Føroyskir tónleikarar og føroyskur tónleikur er í stórari menning. Føroyingar taka føroyskan tónleik til sín, og boð eru eftir føroyskum tónleikarum uttanlanda.
Fyri at ganga stóru avbjóðingum á tónleikamarknaðinum á møti, var føroysk tónleikaútflutningstova, Faroe Music Export, FMX, sett á stovn í fjør; og í oktober var Fred Ruddick settur í starv.
Í kvøld kemur Fred Ruddick til Klaksvíkar at siga frá um FMX – tænastur, leiklutir og møguleikar.
Nevndin í Norðljóð sigur at tiltakið, sum verður í Miðstovu í Spaniastovu kl 20, er alment, tó er tað serliga ætla tónleikarum – teimum, sum hava áhugað fyri at menna føroyska tónleikin og teimum sum varða av á tónleikaøkinum.
Fred Ruddick, sigur at arbeiði er ein spennandi avbjóðing. Hann sær fram til at hitta tónleikarar og tónleikaáhugaði í Norðoyggjum, og ikki minst at fáa eitt gott prát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald