Tórsahvarn kommuna og Tvøroyar kommuna mæltu foreldrum at børnum sum hoyra til dagstovnar í býnum um at halda tey heima restina av hesari vikuni. Runavíkar komuna boðaði tíðliga í kvøld frá, at dagstovnarnir kortini ikki lata upp 10. august orsaka av koronastøðuni, og í kvøld kunngjørdi Klaksvíkar kommuna at frá mánadegnum 10. august verður aftur neyðugt at gera brúk av talgildu tilmeldingarskipanini, har foreldur skulu boða frá, um barnið kemur á stovn ella í dagrøkt.
Hendan skipanin varð brúkt eina tíð í vár, og nú verður mett, at hetta er hóskandi í verandi støðu. Jógvan Skorheim borgarstjóri sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at sum kunnugt er núverandi útbrot rættiliga nýtt, og støðan er ógreið, og tí ynskja tey ikki at taka nøkur óráð fyri men hava valt at binda um heilan fingur.
- Av royndum vita vit, hvussu skjótt smittan spjaðir seg, og vit vilja gera alt fyri at verja okkara børn, starvsfólk og borgarar, og tí velja vit at seta hesa skipanina í verk beinanvegin.
Daggjaldið verður aftur galdandi
Eins og tað var í vár, so hevur Klaksvíkar kommuna aftur gjørt av, at tey, sum hava børn síni heima, ikki skulu rinda barnagarðsgjald, meðan tey, ið taka av ansingartilboðnum, skulu gjalda fyri tænastuna.
Við støði í boðunum frá heilsuserfrøðingum og landsmyndugleikunum um at halda frástøðu, gott reinføri o.s.fr., kemur tað væl við, um foreldur - í tann mun, tað letur seg gera - avmarka brúkið av plássum teirra í dagstovnaskipanini, skrviar kommunan.
Foreldur fáa ein av komandi døgunum nágreinaða kunning um mannagongdir frá stovninum, har barnið hevur, ella í næstum skal hava, tilknýtið. Tey skulu boðað
avvarðandi stovni frá í seinasta lagi í morgin, fríggjadagin 7. august kl. 18.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald