Í dag skipar ítróttafelagið Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík.
Tiltakið, ið nevnist NS hálvmaraton Klaksvík 2020, er stuðlað av Norðoya Sparikassa og verður eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.
Tiltakið byrjar klokkan 13.30, og í hesum sambandi verður ferðslan ávirkað í nakrar tímar seinnapartin, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupsstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum verða stongdir fyri ferðslu frá klokkan 13.00 til 17.00 í dag.
Mynd: Klaksvíkar kommuna
Meira um tiltakið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald