Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Vegir stongdir vegna Champions League dystin

Bøgøta og Jógvan Waagsteinsgøta verða stongdar fyri allari ferðslu frá í dag kl. 16 til í annaðkvøld kl. 20

2020-08-20 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Champions League dystur verður við Djúpumýru fríggjadagin 21. august, verða Bøgøta og Jógvan Waagsteinsgøta stongdar fyri allari ferðslu frá í dag, hósdegnum klokkan 16 til í annaðkvøld klokkan 20, boðar Klaksvíkar kommuna frá á heimasíðuni.

Hetta tíðarskeiðið steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu, men bussleiðin verður umløgd og førd umvegis Borðoyarvík.

Vitjandi í svimjihøllini verða í hesum sambandi biðin um at seta bilin við Badmintonhøllina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder