Innanlands

Klaksvíkingar skulu á val í badmintonhøllini

Orsakað av covid-19 og betri atkomumøguleikum í batmintonhøllini, verður valið í morgin kortini ikki í KÍ-høllini sum áður fráboðað, sigur Klaksvíkar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-09 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á valkortinum, sum borgarar í Klaksvík hava fingið, stendur, at teir skulu á val í KÍ-høllini, men nú boðar Klaksvíkar kommuna frá, at valið í morgin verður flutt í badmintonhøllina.

Hetta er orsakað av covid-19 og betri atkomumøguleikum í badmintonhøllini. Høvuðsinngongin verður ímóti svimjihøllini, og farið verður út úr valstaðnum í endanum móti Skálanum, skrivar kommunan á heimasíðuna.

– Ferðslan oman til badmintonhøllina verður skipað við serligum atliti til tey, sum eru illa gongd ella sita í koyristóli. Umframt handikap parkering, so verður ein serlig á og avsetingarskipan uttanfyri høvuðsdyrnar í badmintonhøllini.

Í sambandi við kommunuvalið verður ferðslan eisini eftir Bøgøtu einvegis suðureftir (frá Atlantis til Fossagøtu) týsdagin frá kl. 10 til 20.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder