2020-06-25 07:31
Um mánaðarskiftið januar/februar komandi ár verður helst klárt at flyta inn í nýggju íbúðirnar, sum Bústaðir lata byggja í Sørvági.
Heimasíðan hjá Sørvágs kommunu skrivar, at í gjár bjóðaðu stjóri og nevndarformaðurin í byggifelagnum Westtech umboðum fyri Sørvágs kommunu í reisigildi saman við arbeiðsmonnum.
Arbeiðið við at innrætta tær fimm íbúðirnar verður sum sagt væntandi liðugt umleið januar/februar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald