Innanlands

Klárt at koma norð til Norð Festivalin

Norð Festivalurin verður á fyrsta sinni á Viðareiði um vikuskiftið

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2023-08-25 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnar hava tey stákast óført á Viðareiði at gera klárt til nýggja festivalin í bygdini. Nógvir kampingarvognar eru komnir, pallur og telt eru sett upp, og annars er bygdin í festivalhýri.

Av konsertum kunnu nevnast Kristina Bærendsen, Sámal Ravnsfjall, Páll Finnur Páll, Tinganest og Grandma's Basement.

Bussar koyra millum Klaksvík og Viðareiði. Og í sambandi við hesa bussrutuna koyrir náttarbussur til Havnar um sunnumorgunin.

Myndirnar á Viðareiði í dag tók Birgir Waag Høgnesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder