Einaferð seint í summar verður væntandi hátíðarhald í Elduvík, tá standmyndin av marmennilinum verður avdúkað.
Longu nú er økið við Vambaklett so gott sum klárt at taka í móti standmyndini, sum altjóða viðurkendi listamaðurin, Hans Pauli Olsen, í løtuni er við at tilevna. Talan verður um eina standmynd, stoypta í bronsu.
- Hans Pauli er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Marmennilin er ikki einasta uppgáva hjá honum. Vit rokna nú við, at standmyndin til Elduvíkar verður liðug einaferð seint í summar, og tá fara vit at gera klárt til hátíðarhald.
Soleiðis sigur Rasmus N. Hansen, formaður í nevndini sum samskipar arbeiðið. Hinir í nevndini eru Dánial Martin Hansen og Rodmundur Nielsen.
Sjálvur heldur Rasmus, at tað er eitt sera hugnaligt øki, sum nú stendur klárt at taka ímóti listaverkinum. Tað er Høgni Kastalag, arkitektur hjá FuglArk, sum hevur sniðgivið økið í tøttum samstarvi við listamannin.
Hjálpirót hevur staðið fyri arbeiðinum at leggja malargróti, sum elduvíkingar og fólk við tilknýti til bygdina sjálvboðin savnaðu saman fyri nøkrum vikum síðani. Benkur eru settir upp og eisini ljósið, ið skal lýsa standmyndina upp í myrkri.
- Tað er bert smávegis arbeiði eftir, til dømis nakað av flagi, ið skal leggjast áðrenn gróður rættiliga kemur í, sigur Rasmus N. Hansen. Hann vísir á, at ætlanin við økinum hevur verið, at tað í høvuðsheitum skal brúkast tilfar, sum er á staðnum – tí er malargrót og flag brúkt.
Umframt standmyndina verður eitt hav – ”havið hjá Anfinni bónda” – sett á økið, har tað eisini verður upplýsandi tilfar hjá bæði føroyingum og útlendingum at lesa um marmennilin, víðatigna Anfinn bónda í Elduvík og synir hansara og um havið, ið er kallað upp eftir Anfinni bónda.
Nógvar spennandi søgur um henda merkismann eru at finna á heimasíðuni, sum er gjørd í sambandi við hesa verkætlanina. Heimasíðan eitur marmennilin.fo.
Les eisini: Ætla at reisa standmynd av marmenli í Elduvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald