2018-10-02 11:09
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mikukvøldið 3. oktober skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli saman við Fuglafjarðar Sangkóri fyri konsert í kirkjuni í Fuglafirði.
Ymiskur tónleikur, klassiskur og føroyskur, verður framførdur á blokkfloytur, klaver, violinir, klarinettir og cello.
Kórið, undir leiðslu av Heðin Kambsdal, framførir m.a. Ave verum av Mozart, saman við strúkarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald