2020-07-12 10:30
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinnapartin í gjár, beint fyri klokkan fýra, varð ringt til løgregluna av einum spæliplássi í høvuðsstaðnum.
Talan var um ein tíggju ára gamlan drong, sum var klintraður upp í eitt torn á spæliplássinum, og sum ikki slapp niður aftur.
Tað var javngamli vinmaður hansara, sum ringdi til løgregluna um hjálp.
Boð vórðu síðani send eftir sløkkiliðnum, og drongurin kom niður aftur í øllum góðum.
Talan var um eitt rættiliga høgt torn, so tað var øgiliga gott, at drongurin ringdi til løgregluna, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald