
Í eina lítla viku hevur ein av mest nýttu vegastrekkjunum í miðbynum verið stongt fyri allari ferðslu undantikið bussleiðini og arbeiðsførum hjá arbeiðstakaraum.
Kortini eru fleiri, sum hava koyrt í sonevndu Køkubúðbrekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu. Verður tú tikin, fært tú klipp.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir í morgun frá, at løgreglan í tveimum umførum var á strekkinum í gjár. Upp á lítla løtu vóru sjey mál uppskrivað.
Talan var um fólk, sum koyrdu úr Steinatúni og ætlaðu sær niðan gjøgnum brekkuna hóast tað fleiri ferðir á vegnum standa skeltir sum siga, at hetta ikki er loyvt.
Tey sjey fáa klipp í koyrikortið.
Sambært Tórshavnar kommunu varir arbeiðið í eina viku afturat, og er liðugt næsta fríggjadag 24. september.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald