1. oktober búðu 54.858 fólk í Føroyum. Tað eru 317 fólk - ella 0,6 prosent - fleiri enn 1. oktober árið fyri.
Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum, millum annað tí at fleiri børn vóru fødd, skrivar Hagstovan.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 177 fólk og einari nettoflyting á 140 fólk.
Burðaravlopið var um 50 størri enn undanfarnu tólv mánaðirnar. Um 70 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá óvanliga fá børn vóru fødd. Nettoflytingin var á leið tann sama.
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. Næststørsti fólkavøkstur var í Nes og Sørvágs kommunu, har fólkatalið vaks við 41 í hvørjari kommunu svarandi til ávikavist 2,6 prosent og 3,3 prosent, skrivar Hagstovan.
Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Klaksvíkar, Sjóvar og Fuglafjarðar kommuna.
Fólkatalið minkaði í tólv kommunum — mest í Sunda, Vága og Tvøroyrar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald