Um løgtingsval hevði verið nú, so høvdu 89,6 prosent av føroysku veljarunum farið á val.
Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. Seinni í dag hava vit úrslitið av veljarakanningini.
10,4 prosent av veljarunum siga seg ikki fara á val, og tí kann roknast við, at valluttøkan hevði verið 89,6 prosent – at knapt 9 av 10 veljarum høvdu farið á val.
Í sambandi við kanningina spurdi Spyr.fo nærri inn til valhugin hjá fólki. Tey vórðu biðin um at svara á einum stiga frá 1 til 5 hvussu vís tey eru í um tey fara á val ella ikki.
Onkur áhugaverd tøl eru at lesa burtur úr hesum svarum.
Til dømis, at áhugin at velja er størstur í suðurøkinum, sum telur Sandoy og Suðuroy. Her siga 94 prosent seg fara á val. Áhugin er minstur í Norðoyggjum, har valluttøkan sær út til at verða 88 prosent.
Menn hava størri áhuga enn kvinnur – ávikavist 92 og 88 prosent.
Og so vísir tað seg, at yngru veljararnir ikki hava líka stóran áhuga fyri løgtingsvalinum, sum teir eldru.
Kanningarfyritøkan brúkar eisini hesi tølini, tá úrslitið fyri sjálva veljarakanningina verður roknað og vektað. Valhugurin vísir seg at kunna flyta upp til eitt hálvt prosentstig, vísir Spyr.fo á.
Tað vísir seg, at tað eru veljararnir hjá Fólkaflokkinum, sum eru mest avgjørdir um at fara á val, og at flokkurin tí ”vinnur” 0,4 prosentstig í kanningini.
Hinvegin eru veljararnir hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum minni avgjørdir um at fara á val, og hesir flokkar ”missa” tí 0,5 prosentstig í kanningini.
Fyri allar hinar flokkarnar er ávirkanin positiv, men tó minni enn 0,2 prosentstig, upplýsir Allan Dalsgarð, stjóri í Spyr.fo.
Spyr.fo spurdi sunnudagin 500 fólk í kanningini. Nýggja veljarakanningin verður klár at almannakunngera nakað eftir middag í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald