Innanlands

Kodio eigiur nú Terminal.fo 

Kodio, við Langgaard brøðrunum á odda, eigur nú eisini Terminal.fo 

Jaspur Langgaard, er nú stjóri á bæði Kodio og Terminal.fo

Jaspur Langgaard, er nú stjóri á bæði Kodio og Terminal.fo

2025-10-13 17:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í meira enn 12 ár hevur Terminal.fo veitt gjaldsloysnir til yvir 2.000 føroyskar fyritøkur – og er sostatt eitt av royndastu feløgunum í landinum á hesum øki. Felagið umboðar millum annað Verifone, SwedbankPay, Shopify, Shopbox og Vibrant. 

Kodio hevur meira enn 1.000 kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi – serliga innan heimasíður, intranet og talgildar loysnir. Felagið hevur leingi ynskt møguleikan at veita gjaldsloysnir, tí hetta hongur tætt saman við verandi loysnum. 

Eigararnir fegnast tí um møguleikan, ið nú gjørdist veruleiki, at gerast eigarar av Terminal.fo.

Jaspur Langgaard, stjóri í báðum feløgunum, fegnast um menningina í felagnum. Við samanleggingini fáa kundar hjá báðum feløgunum enn betri loysnir og tænastu – og somuleiðis møguleikan at savna fleiri talgildar loysnir á einum og sama stað. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder