2021-09-16 15:02
            
        
        
                
            Seinastu vatnkanningarnar vísa, at koliformar bakteriur framvegis eru í drekkivatninum á Argjum og í parti av Vesturbýnum. Kókitilmælið stendur tí við, til nærri boð verða givin.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag
Royndir verða tiknar í dag, hósdagin 16. september, og úrslitið fyriliggur í morgin fyrrapart.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/09/16/890x590/16318009135knqkhou9v.jpg)
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald