Mentan

Koks leingir til 1. desember

Ovurstóri áhugin hevur við sær, at Koks hevur opið ein mánað longri enn ætlað

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-10-08 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koks skuldi eftir ætlan stongja fyri í ár 1. november, men orsaka av ovurstóra áhuganum er avgjørt at leingja við einum mánaði.

Tískil er opið til 1. desember, skrivar “Meira av tí góða” á Facebook. Meira av tí góða er eitt hugtak hjá Gist & vist-samtakinum, sum Koks eisini er partur av.

- Nú er seinasti møguleiki í ár at uppliva bestu matstovu í Norðurlondum. Koks hevur verið fullsett, síðani dyrnar lótu upp í søguligu húsunum frammi við Gjónna í apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder