Innanlands

KOKS rakt av korona: Stongt komandi tvær vikurnar

Eitt starvsfólk á matstovuni hevur fingið staðfest smittuna, og næstan øll starvsfólkini eru nú í sóttarhaldi

Koks (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Koks (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-08-16 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt starvsfólk á føroysku Michelin-matstovuni KOKS hevur fingið staðfest korona, og  matstovan verður nú stongd komandi tvær vikurnar.

Orsakað av hesum eru næstan øll starvsfólkini farin í sóttarhald, og tey hava ikki nóg mikið av starvsfólkum eftir til at halda matstovuna koyrandi komandi tvær vikurnar, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, við Útvarpið.

Gestir hava fingið boð um støðuna, og verður arbeitt við at umbóka so nógv sum gjørligt.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder