Innanlands

Kollafjarðarbørn vóru best at fiska

Borgarstjórin handaði steyp til børnini í morgun

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-09-17 12:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun var kommunal steypahandan í Kollafjarðar skúla í sambandi við, at børn úr sætta flokki í Kollafjarðar skúla enn einaferð vunnu fiskikappingina “Á flot við Westward Ho”.

Annika Olsen, borgarstjóri handaði steypið og helt røðu fyri næmingunum.

Sluppin Westward Ho, sum kom til Føroyar úr Onglandi fyri skjótt 150 árum síðani, hevur í ár gjørt 16 túrar við 6. floksnæmingum, sum hava roynt at fiska á sluppdekki.

Og tað vísti seg, at flokkurin, ið fekk flest fiskar var frá Kollafjarðar skúla, sum sostatt vinnur kappingina annað árið á rað.

Eydna Reinert Nielsen, sum gongur í 6.b í Santa Frans Skúla fær eisini eina virðisløn fyri at fáa størsta fiskin. Hann vigaði 7,2 kilo upplýsti borgarstjórin í røðu síni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder