2020-05-18 17:22
Í vikuni byrjar arbeiðið í Kollfjarðartunlinum, og tí noyðist Landsverk at steingja tunnilin um kvøldarnar og næturnar.
Arbeitt verður frá klokkan 20 á kvøldi, og orsakað av hesum koyrir Leið 7 hjá Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu ikki seinasta túrin norðan úr Sundum til Hvítanesar klokkan 20.45, boðar kommunan frá í dag.
Les eisini: Skjótt fer útvarpið at hoyrast betur í Kollfjarðartunlinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald