Nú kunnu bilførarar gleða seg til ikki at fáa avbrotið útvarpið, tá koyrt verður ígjøgnum Kollfjarðartunlin. Í næstu viku fer Landsverk undir at heingja ein strálikaðal upp undir loftið, sum fer at geva teimum ferðandi betur útvarpssignal.
Trupulleikar hava verið við útvarpinum í Kollfjarðartunlinum í eina tíð, og ljósið í tunlinum hevur heldur ikki verið nøktandi. Perurnar í loftsljósinum verða nú eisini skiftar út við hvítt LED ljós, sum fer at gera ljósið í tunlinum heldur betri.
Meðan hetta arbeiðið fer fram, verður neyðugt at stongja tunnilin um kvøldarnar og næturnar, boðar Landsverk frá. Lýst verður, áðrenn arbeiðið byrjar. Tað kann eisini henda, at útvarpið verður meira svikaligt, meðan arbeiðið fer fram.
Við undirsjóvartunlunum eru tað nú í alt 19 tunlar í Føroyum. Av hesum eru níggu útgjørdir við ljósi, átta eldri tunlar hava neyðljós, og í sjey tunlum hoyrist útvarp, upplýsir Landsverk á heimasíðu sínar.
FAKTA UM KOLLFJARÐARTUNNILIN
Byggitíð: 1987-1992
Longd: 2816 m
Breidd á breyt: 7 m
Hædd: 4,60 m
Ferðsla: 7500 bilar um dagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald