Innanlands

Kollfjarðartunnilin stongdur í kvøld og í nátt

Hetta frá klokkan 22 í kvøld til klokkan seks í morginárini, mikudagin. Ferðslan verður tó leidd ígjøgnum annanhvønn tíma

2024-10-22 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kollafjarðartunnilin verður stongdur í kvøld, týsdagin 22. oktber frá klokkan 22 til mikumorgunin 23. oktober klokkan 06.

Hesum boðar Landsverk frá, og er hetta í sambandi við ymiskt arbeiði í tunnlinum.

Ferðslan verður tó leidd ígjøgnum annanhvønn tíma. Hetta plagar at vera á midnátt, klokkan tvey og klokkan fýra á morgni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder