2021-03-11 18:52

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála.
Hesum boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá á heimasíðu sínari.
Nýggi sáttmálin inniber, at limirnir í Skipara- og Navigatørfelagnum fáa eina samlaða lønarhækkan á 3,3 prosent. Lønarhækkanin fer fram 1. januar 2021 og 1. januar 2022.
Gamli sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020. Partarnir hittust á fundi fyrstu ferð hin 2. desember 2020, og eftir nakað av fundarvirksemi varð Semingsstovnurin boðsendur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald