Innanlands

Kommunuætlanin út til almenna hoyring

Kommunuætlanin er sostatt stevnumiðið fyri menning í kommununi.

2020-05-27 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunuætlanin er yvirskipaða stýringsamboðið fyri planlegging og menning av Tórshavnar kommunu. Ætlanin sambindir strategi, ætlanir, verkætlanir og leiðreglur, sum saman leggja karmarnar fyri menningini í kommununi. Hetta er sostatt stevnumiðið fyri menning í kommununi.

Kommunuætlanin er ein heildarætlan sum fevnir um eitt 12-ára skeið, tó kunnu langtíðarætlanir røkka enn longri. Tann verandi ætlanin er frá 2014.

Nýggj ætlan er gjørd, har serliga hevur verið arbeitt við evninum “fólk og vøkstur”. Allar nevndir hjá býráðnum hava viðgjørt ætlanina.

Kommunuætlanin vísir, á hvørjum grundarlagi og innan hvørjar karmar avgerðir verða tiknar um lendisnýtslu í kommununi, og hvørji atlit skulu takast og vigast upp móti hvørjum øðrum, tá avgerðir skulu takast um lendisnýtslu.

Ætlanin samantvinnar landslógir um eitt nú býarskipan, vegir, náttúru- og umhvørvisvernd og almennar tænastur við politikkir hjá kommununi um bústaðir, umhvørvi og orku, parkering, frítíð og ítrótt, eldra-, barna- og ungdómspolitikk. Eisini lýsir ætlanin framtíðar tørv á bústøðum, vegum, dagsstovnum og skúlum, ellis- og røktarheimum.

Høvuðsbroytingin við hesi kommunuætlanini er, at hon er munandi meira víðfevnd enn tann fyrra og viðgerð munandi fleiri øki enn undanfarna ætlanin.

Ætlanin var seinast fyri í fíggjarnevndini nú 20. mai, har samtykt varð at leggja ætlanina fyri býráðið nú hóskvøldið við uppskoti um, at kommunuætlanin verður løgd út til almenna hoyring.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder