Innanlands

Kommunubygningurin verður nú seldur

Umsitingin hjá Runavíkar kommunu flytir í tann nakað størri bankabygningi inni á Høgabóli

(Mynd: Skyn)

(Mynd: Skyn)

2023-09-27 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bygningurin á Heiðavegi 26 í Saltangará, sum í nógv ár virkaði sum ráðhús hjá Runavíkar kommunu, verður nú settur til sølu.

Tað boðar meklarafelagið Skyn frá í dag. Talan er um ein stóran bygning, 577 fermetrar í gólvvídd umframt 95 fermetrar til fýrrúm og goymslu.

Bygningurin verður mettur at kunna seljast fyri 9 milliónir krónur.

Umsitingin hjá Runavíkar kommunu flytir í annan bygning. Avtala var í gjør gjørd við BankNordik um at taka yvir bankabygning á Høgabóli, á Heiðavegi 54, eitt sindur longur inni á fjørðinum. Avtalaði prísurin var 19 milliónir krónur. Samstundis skal bankadeildin flytast inn í hølini á Heiðavegi 13, sum Kunningarstovan Visit Runavík hevur hildið til í nøkur ár.

Í sambandi við flytingina tók býráðið eisini avgerð um, at gamli skúlabygningurin frá 1891 frameftir skal vera býráðssalur.

[object Object]
Frameftir verður hesin bygningurin ráðhús fyri Runavíkar kommunu (Mynd: BankNordik) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder