Innanlands

Kommunurnar í Vágum gevast at pota næsta leygardag

Mett verður ikki, at neyðugt er við potistøð eftir nýggju ætlanini hjá Landsstýrinum, halda borgarstjórarnir

2022-01-27 10:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin 5. februar verður seinasti dagur, at fólk í Vágum kunnu fara til potingarstøðina í Miðvági at vera kannað fyri korona.

Vága og Sørvágs kommunur, sum hava rikið hesa støðina hava tikið avgerð um at gevast. Hetta verður gjørt samsvarandi nýggju ætlanunum hjá landsstýrinum at koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt.

Hetta boða kommunurnar frá í tíðindaskrivi í dag.

- Sambært ætlanini hjá landsstýrinum, meta borgarstjórarnir, at tað tí ikki longur er grundarlag fyri, at Vága kommuna og Sørvágs kommuna framhaldandi reka kommunalu potingarstøðina í Miðvági. Hendan avgerð er tikin í samráð við serfrøðina, og fylgja vit tí tilmælunum hjá landsstýrinum og hava valt at gevast at pota leygardagin 5. februar, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu í tíðindabrævinum.

Átakið hjá kommununum í Vágum hevur verið sera væl móttikið millum borgarar í Vágum, tí tað hevur lætt munandi um gerandisdagin, ikki at skula fara av oynni seint á kvøldi, ofta við børnum, fyri at lata seg pota í Havn ella aðrastaðni í landinum.

Vilja hjálpa til við triðja priki
Síðan kommunurnar sjálvar tóku stig til at bjóða borgarum í Vágum hesa tænastu, eru uml. 12.000 potingar gjørdar í Miðvági. Hetta átakið var møguligt og hevur gingið sera væl, takkað verið teimum sera dugnaligu starvsfólkunum sum vórðu sett til uppgávuna, og tað eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Eisini hava vágafólk tikið væl undir við koppsetingartilmælinum hjá landsstýrinum. Sambært hagtølunum á korona.fo, so hava 91 prosent av vágafólki, 12 ár og eldri, lagt arm til fyrsta prikið og 89 prosent fingið annað prik. Tó sær út til at talið av teimum sum hava tikið av at fáa triðja prikið stendur í stað ella veksur seint, hóast krøvini til nær triðja prik kann gevast eru linkað.

- Eins og vit gjørdu í august 2021, so hava kommunurnar bjóða seg fram at hjálpa landsstýrinum at fáa koppsett allar teir borgararnar í Vágum, sum ynskja at verða koppsettir, og eftir tølunum frá 1. og 2. priki at døma, so eru tey nógv sum aftur eru klár at leggja arm til. Sørvágs kommuna og Vága kommuna eru klárar aftur at hjálpa myndugleikunum, og vónar borgarstjórin at frætta frá landsmyndugleikunum sum skjótast, stendur í tíðindaskrivinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder