Innanlands

Komnir meira enn í helvt

Lyktirnar komnar upp á høvdið

(Mynd: Jákup Petur Eliassen)

(Mynd: Jákup Petur Eliassen)

2021-08-21 00:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Jákup Petur Eliassen seinast gav boð frá sær, vóru hann og Ken Bærendsen á veg niðan á Slættaratind fyri tíggjundu ferð.

Byrjað varð á middegi, so tað má sigast at hava gingið væl. Tað hevur verið gott veður, og nú tað er blivið myrkt hava teir fingið sær lykt upp á høvdið.

Teir eta millum hvønn túr, og nú seint í kvøld ótu teir pitsu.

Umframt Jákup Petur og Ken eru onnur sum eisini fylgja við teimum. Summi ganga ein túr, onnur fleiri túrar.

Tilsamans skulu teir niðan á Slættaratind 19 ferðir út í eitt fyri at hava gjøgnumført eitt sonevnt “Everesting”.

Sí eisini: Myndir: Teir koyra á 

[object Object]Uppi á Slættaratindi fyri sættu ferð fyrr í dag (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder