Innanlands

Komnir oman fyri seinastu ferð

Fyri einum lítlum tíma síðani gjøgnumførdu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen everestingroyndina, sum teir fóru í holt við fyri einum samdøgri síðani

(Mynd: Súsanna Andreasen)

(Mynd: Súsanna Andreasen)

2021-08-21 13:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á døgurða í gjár settu Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen hol á eina everestingroynd, sum merkti, at teir skuldu ganga 8.848 hæddarmetrar, sum svarar til umleið 19 ferðir niðan á Slættaratind og oman aftur Eiðisskarð út í eitt.

Nú eitt samdøgur eftir hava teir gjøgnumført, og tað vísti seg at vera nokk við 18 túrum. Sum um tað ikki var ríkiligt.

Men tað hevur riggað væl hjá teimum báðum. Alla tíðina hava fólk gingið saman við teimum, og enntá í kuldanum og myrkrinum í nátt, vóru fólk komin at ganga og stuðla teimum báðum í hesari royndini.

Nógv fólk vóru á Eiðisskarð, og Merkið veitraði, tá teir komu oman aftur fyri seinastu ferð. Vit hava fleiri myndir um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder