Innanlands

Kompostskipanin hjá Vágs kommunu heldur uppat

38 húsarhald í kommununi luttóku í verkætlanini um at gera sankutøð burturúr lívrunnum tilfari, og í miðal er grái posin hjá IRF lætnaður uml. fýra kg hjá hvørjum húsarhaldi – Mett verður tó ikki, at kommunan kann seta slíka skipan í verk fyri alla kommununa

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-09-01 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Kommuna hevur í útvið hálvt annað ár arbeitt við eini royndarverkætlan við lívrunnum tilfarið frá húsarhaldsburturkasti, men nú heldur verkætlanin uppat, og verður hon komandi tíðina eftirmett.

Endamálið við verkætlanini var at gera sankutøð burtur úr lívrunnum tilfari, sum frammanundan var latið í gráa posan hjá IRF, og sum annars fór víðari til brennistøðina á Hagaleiti.

Uml. 38 húsarhald hava verið við í verkætlanini, har alt lívrunni hevur verið savlað í spannir, sum Vágs kommuna síðani hevur innheintað og víðari arbeitt til sankutøð. Arbeitt hevur verið í eini afturlatnari skipan við fiskakørum, har tilfarið verður í  saman við træspónum og tøðum.

Tíðarskeiðið, frá lívrunnum tilfari til sankutøð tekur áleið seks mánaðir, og verður tilfarið vent í fiskakørunum við jøvnum millumbili.

Kommunan hevur í sambandi við verkætlanina skrásett innheintingar og viðgerina av lívrunna tilfarinum, og hagtøl frá verkætlanini vísa, at í miðal er grái posin lætnaður uml. fýra kg hjá hvørjum húsarhaldi, ið hevur luttikið við í verkætlanini.

Í Vágs Kommunu eru áleið 500 húsarhald, og mett verður, at Vágs Kommuna ikki hevur umstøður ella amboð, at handfara nøgdinar av lívrunnum tilfari frá øllum húsarhaldum. Um hetta skal setast í verk fyri alla kommununa, má ein onnur loysn finnast á innheinting og víðari viðger av tí lívrunna, og mett verður at hetta ikki er ein uppgáva kommunan megnar sjálv, skrivar kommunan.

Vágs Kommuna fer eftirmeta verkætlanina og væntandi verður ein niðurstøða liðug í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder