2025-06-05 09:15

Her fáar dagar undan vitjanina av kongshjúnunum, hevur grunnurin, sum eitur ‘Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond’, latið 1,6 milliónir krónur í stuðul til ymiskar verkætlanir.
Millum tey 16, sum fáa stuðul út grunninum hesaferð, er Havnar Sjónleikarfelag, ið fær 100.000 krónur til at fremja ‘tær seinastu útbyggingarnar og neyðugu umvælingarnar av Sjónleikarhúsinum undan 100 ára haldinujm’, skrivar kongehuset.dk í dag.
Næsta ár eru hundrað ár síðan Sjónleikarhúsið, sum H.C.W. Tórgarð teknaði, varð tikið í nýtslu.
Her síggjast tey, sum fáa stuðul frá Kronprins Frederiks og Kronprinsesse Marys Fond í hesum umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald