Uttanlands

Kongresslimir hitta danskar og grønlendskar politikarar

Amerikanska sendinevndin við fleiri demokratum og einum republikanara kemur til Keypmannahavnar fríggjadagin – í dag hava Løkke og Motzfeldt fund við Rubio í Washington

Demokraturin Chris Coons úr Delaware stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini til Keypmannahavnar (Savnsmynd: EPA)

Demokraturin Chris Coons úr Delaware stendur á odda fyri amerikansku sendinevndini til Keypmannahavnar (Savnsmynd: EPA)

2026-01-13 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein amerikansk sendinevnd mannað við átta senatorum og limum í umboðsfólkatinginum kemur fríggjadagin til Keypmannahavnar fyri at hitta danskar og grønlendskar politikarar og vinnulívsfólk.

Tað upplýsir demokratiski senatorurin, Chris Coons í eini fráboðan á heimasíðu síni.

- Chris Coons stendur hesa vikuna á odda fyri eini tvørpolitiskari sendinevnd frá Kongressini til Keypmannahavnar fyri at viðurkenna yvir 200 ára vinarlag millum USA og kongsríkið Danmark, stendur í fráboðanini.

Hini í sendinevndini vera demokratisku politikararnir Jeanne Shaheen, Dick Durbin, Gregory Meeks, Madeleine Dean, Sara Jacobs og Sarah McBride, umframt republikanski senatorurin Thom Thillis, skrivar Ritzau.

Møgjuliga koma fleiri við á ferðina.

Sambært fráboðanini er endamálið við vitjanini at varpa ljós á stuðulin til danska kongsríkið og umrøða hvussu samstarvið kann mennast “í samsvari við okkara felags meginreglur fyri fullveldi og sjálvsavgerðarrætt”.

Í hesum sambandi verður eisini víst á trygdina í Arktis, sum skal styrkjast.

- Danmark hevur altíð verið ein sterkur diplomatiskur, búskaparligur og trygdarpolitiskur samstarvsfelagi, skrivar Coons í fráboðanini, og leggur afturat:

- Í eini tíð við minkandi altjóða støðufesti mugu vit nærkast okkara sameindu, ikki skumpa tey frá okkum, og henda sendinevndin vil senda eini greið boð um, at Kongressin stuðlar Natosamstarvinum og okkara samstarvslondum.

Vitjanin er fingin í lag í eini tíð, har amerikanski forsetin, Donald Trump, fleiri ferðir hevur endurtikið sítt ynski um amerikanskan ognarskap av Grønlandi.

Í Keypmannahavn skal sendinevndin hitta umboð fyri uttanríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum. Grønlendsku fólkatingspolitikararnir, Aki-Matilda Høegh-Dam úr Naleraq og Aaja Chemnitz frá Inuit Ataqatigiit, ið báðar eru limir í uttanríkispolitisku nevndini, søgdu við TV2 sunnudagin, at tær ætla at vera við á fundinum.

Sambært Aaja Chemnitz skal amerikanska sendinevndin eisini hava fund við grønlandsnevndina.

Í dag eru Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og grønlendski starvsfelagið Vivian Motzfeldt, í Washington D.C. har tey skulu hava fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder