Uttanlands

Kongur komin til Grønlands

Hálsfevndust, tá kongur og landsstýrisformaðurin heilsaðust í floghavnini í Nuuk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-02-18 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríðrikur kongur kom seinnapartin, okkara tíð, til Grønlands, har hann skal vitja í tríggjar dagar.

Á floghavnini í Nuuk var kongur boðin vælkomin av bæði grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, og formanninum í tinginum, Inatsisartut, Kim Kielsen.

Eftir at teir báðir fingu eitt kongaligt klemm, veittraði Fríðrikur kongur til tey, sum vóru møtt upp fyri at síggja kong, skrivar Ritzau.

Fríðrikur kongur verður í Grønlandi til fríggjadagin. Dagurin í dag verður brúktur í Nuuk, har fyrsta punkt á skránni var ein máltíð í Hans Egedes Hus.

Síðan skuldi kongur vitja á miðnámsskúlanum í Nuuk, á størstu fyritøkuni í Grønlandi, Royal Greenland, og hjá Arktisk Kommando.

Í kvøld verður kongur við í einum siðbundnum kaffimik í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk.

Á veg millum Hans Egedes Hus og miðnámsskúlan, GUX Nuuk, varð kongur spurdur hvussu hann hevði tað við trýstinum, sum Grønland hevur verið útsett fyri hesa seinastu tíðina.

Her endurtók Fríðrikur kongur tað, sum hann fyrr hevur sagt, at trivnaðurin hjá grønlendska fólkinum hevur stóran týdning fyri hann.

Komandi dagarnar fer kongur víðari og skal vitja býirnar Maniitsoq og Kangerlussuaq longuri norðuri í Vesturgrønlandi.

[object Object]Jens-Frederik Nielsen og Kim Kielsen tóku ímóti kongi á flogvøllinum í Nuuk (Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder