Í kvøld verður konsert við MonkeyRat & The Hentze Horns í reinsaríðnu. Konsertin bryjar klokkan 20.00 og bólkurin sigur, at tónleikurin verður ein blanding av funk, urban, rap, spokenword, retro, reggae og punk.
Reinsaríðið lovar, at tað veðrur veistlu og dans. MonkeyRat er eftir hondini ein gamal bólkur á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin gav fyrstu fløguna við fýra stakløgum á út í 2010 og hevur síðani tá givið fleiri stakløg og fløgur út.
Í bólkinum eru:
Anna Iachino – sangari og sangskrivari
Arnold Ludvig – bass,tónaskald og horn útsetingar
Pauli Reinert Poulsen – gittar
Tórður Dam Jacobsen – trummur
Johan Hentze – trompet
Tróndur Herason Olsen – trompet
Mortan Zachariassen – tenor saksofon
Milja Matras Niclasen – trombone
Omanfyri ber til at hoyra lag hjá bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald