Innanlands

Konsert við Eivør í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin og leygardagin 18. og 19. september verða tríggjar konsertir við Eivør í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar er skipaðar í sambandi við útgávu av fløguni “Segl”, ið kemur út 18. September

Mynd: Sigga Ella

Mynd: Sigga Ella

2020-09-03 18:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eivør hevur seinastu árini arbeitt við at skriva og framleiða tilfar til fløguna og í sambandi við fløguútgávuna var konsertferð planløgd um stórar partar av Evropa, har Føroyar var fyrst á skránni. Tað sum stendur eftir av hesari konsertferðini, nú korona hevur gjørt um seg, eru konsertirnar í Norðurlandahúsinum, alt annað er fyribils avlýst.

Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tríggjar í tali. Fríggjakvøldið 18. september kl. 20, leygardagin 19. september kl. 16 og kl. 20. Bert 100 atgongumerkir verða seld til hvørja konsert. Atgongumerkjasøla byrjar 9. september kl. 13.00 á nlh.fo.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at frumframføra løg av nýggju útgávuni, og umframt tað, vera eisini nakrir av hennara eldri sangum at hoyra. Við sær á pall hevur hon ein bólk, ið er samansettur av Mikael Blak, bass, Per Ingvaldi Højgaard, trummur og sum nýggir í bólkinum er Mattias Kapnas, tangentar og Theodor Kapnas handan ljóðpultin.

SEGL er nýggjunda soloútgávan hjá Eivør, tekstirnir eru á enskum og á føroyskum. Sjálv sigur at Eivør, at hetta nokk er hennara mest samstarvsríka útgáva
Fløgan er framleidd saman við Tróndi Bogasyni, Høgna Lisberg og øðrum framleiðarum kring heimin, millum annað Daniel Heath, ið eisini hevur framleitt fyri millum annað Lanu Del Rey. Á Fløguni eru eisini gestaframførslur við m.a. Ásgeir Trausta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder