Mentan

Konsert við Eyðun Nolsøe og M.C. Restorff

Leygarkvøldið 4. apríl verður høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nosløe spæla saman á somu konsert

2020-02-22 17:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe, sum hava ferðast á ymiskum tónleikaleiðum, fara at hava felags konsert, har teir spæla sangir hjá sær sjálvum og tulka sangir hjá hvørjum øðrum.

Konsertin verður í Kongshøll í Silo í Havn leygarkvøldið 4. apríl.

M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju skrivað, innspælt og útgivið gospeltónleik, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangir sum "Føroyingar", "Heldur Akker Títt", "Meistarans Hond" og "Náðin frá tær" eru nakrir av sangunum, sum fólk kenna frá útgávum hjá M.C. Restorff.

Eyðun Nolsøe hevur sum partur av Frændum og sum solistur skrivað og sungið nógvar landaplágur ­– eitt nú "Mítt Land", "Hvítar Flykrur", "Dansa" og "80’ini".

M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe hava verið virknir í hvør sínum tónleikaumhvørvi, men teir hava tað í felag, at teir eru framúr sangskrivarar, sum hava gjørt eina lang røð av sangperlum til føroyingar. Nú verður sjáldsamt høvi at hoyra M.C. Restorff og Eyðun Nolsøe spæla saman á somu konsert.

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder