Mentan

Konsert við Lív Hansen og Luis Berra á Strondum

Týskvøldið 14. august verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum

Lív Hansen

Lív Hansen

2018-08-13 10:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 14. august kl. 20 verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.

Lív og Luis møttust á Reinsarínum, har Lív við bólki framførdi nøkur løg seinasta mikukvøld. Luis Berra er ein sera kendur klaverspælari úr Italia. Hann býr í Týsklandi og arbeiðir burturav við at undirvísa og framføra tónleik. Aftaná konsertina kom Luis at práta við Lív, og endin varð, at tey bæði framførdu eitt lag saman, sum kann hoyrast her.

Hetta var tó ikki endin á teirra samarbeiði, tí nú fara tey at spæla eina stuðulskonsert á Strondum týskvøldið til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Atgongumerkir til konsertina kosta 100 kr, og allur peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið, fer til Krabbameinsfelagið.

Luis Berra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder