Mentan

Konsert við manskóri úr Noregi 17. mai

Í sambandi við tjóðardag Noregs fer norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri at hava ókeypis konsert í Norðurlandahúsinum 17. mai

Í kórinum Olavs Menn eru 25 sangarar (Mynd: Norðurlandahúsið)

Í kórinum Olavs Menn eru 25 sangarar (Mynd: Norðurlandahúsið)

2025-05-12 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

17. mai er tjóðardagur Noregs, og í hesum sambandi hevur norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri í Norðurlandahúsinum.

Konsertin, sum verður fríggjadagin klokkan 15, er ókeypis, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.

Olavs Menn varð stovnað í 2008 í sambandi við operuna Thora á norsku operuni í Oslo. Í kórinum eru 25 sangarar - allir úr Trøndelag, og hevur kórið síðani stovnanina verið undir leiðslu av Harald Bjørkøy og nú Lars Eggen.

Á konsertini fer kórið at syngja bæði norskar og føroyskar sangir - eisini Ólav Tryggvason.

Í Tórshavnar manskóri, sum skjótt hevur 40 ár á baki, eru í dag omanfyri 70 sangarar undir leiðslu av Jón Festirstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder