Innanlands

Konsertir hjá Joe & The Shitboys avlýstar eftir hending í Leeds

Bretski miðilin Far Out skrivar, at sangarin Fríði Djurhuus var harðligur móti einum áskoðara til eina konsert í Leeds, og fleiri konsertir hjá bólkinum eru nú avlýstar. Forsangarin sigur við Frihedsbrevet, at hann er skeivt endurgivin, men viðgongur, at hann hótti kvinnuna.

Forsangarin Fríði Djurhuus og hinir í bólkinum Joe & the Shitboys eru komnir bretskt ódnarveður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Forsangarin Fríði Djurhuus og hinir í bólkinum Joe & the Shitboys eru komnir bretskt ódnarveður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-13 14:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bólkurin Joe & The Shitboys er komin í bretskt ódnarveður. Konsertin hjá Joe & The Shitboys á Hyde Park Book Club í Leeds hóskvøldið 8. oktober varð steðgað, og síðani eru konsertirnar í Manchester og Glasgow avlýstar. Bretski bólkurin Heavy Lungs hevur eisini kunngjørt, at Joe & The Shitboys ikki verða við á fimm konsertum í Fraklandi síðst í mánaðinum.

Hetta skrivar Frihedsbrevet.fo í dag.

Sambært Far Out byrjaði hendingin, tá Fríði Djurhuus tosaði um, at fosturtøka júst var vorðin lóglig í Føroyum, og at hon ikki var lóglig í Bretlandi. Ein kvinna fremst í salinum mótmælti, og sangarin rópti, at hon skuldi halda kjaft, og hótti við at sláa hana niður. Kvinnan fór síðani upp á pallin, og eftir eitt keglarí fýrdi sangarin hana niður, skrivar Far Out.

Fríði Djurhuus sigur við Frihedsbrevet, at hetta als ikki samsvarar við hansara uppliving. Hann sigur, at kvinnan misskilti hann, fór upp á pallin, tók eina mikrofon og vildi ikki fara aftur av pallinum, hóast hann fleiri ferðir bað um hjálp frá starvsfólki. Hann viðgongur tó, at hann hótti við at sláa hana.

- Tað var skítbýtt gjørt av mær, og eg angri tað. Soleiðis tosar mann ikki við fólk, sigur Fríði Djurhuus við Frihedsbrevet.

Hann sigur, at hann beinanvegin bað kvinnuna um umbering, og at Far Out hevur endurgivið hann skeivt. Hann leggur dent á, at hann er fortalari fyri kvinnurættindum og fríari fosturtøku.

Joe & The Shitboys hava annars havt eitt gott ár. Bólkurin hevur hitað upp fyri Iggy Pop og vann Ársins útflutningsvirðisløn á FMA fyrr í ár.

Les alla søguna á Frihedsbrevet her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder