Mentan

Konvoysigling á Skálafjørðinum í morgin

Í ár eru 75 ár liðin, síðani annar veraldarbardagi endaði. Bátafelagið á Toftum, sum plagar at skipa fyri bátafestivali í mai, skipar fyri konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin 16. mai, tá tað júst er trýfjórðingsøld, síðani bretska hersetingin í Føroyum endaði

2020-05-15 20:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár eru 75 ár liðin, síðani annar veraldarbardagi endaði. Bátafelagið á Toftum, sum plagar at skipa fyri bátafestivali í mai, skipar fyri konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin 16. mai, tá tað júst er trýfjórðingsøld, síðani bretska hersetingin í Føroyum endaði.

Byrjað verður úti fyri kanónina á Nesi, har bátar og skip møtast kl. 12.00 og sjálv konvojsiglingin byrjar kl. 12.30 úti fyri kanónina á Nesi, har SS Dragin KG 212 fer at sigla fremstur í konvoy kring Skálafjørðin. Í hesum sambandi verður heitt á bátar og skip um at sigla í kjalarvørrinum av tí, sum siglir frammanfyri.

Umborð á SS Draganum KG 212 kemur Hallur Joensen at syngja og spæla, ímeðan siglt verður framvið eystaraarmi á Skálafjørðinum.

Eitt bíðiøkið verður inni í Skálafirði, har konvoyfylgi verður samlað, áðrenn siglt verður út framvið vestari armi á Skálafjørðinum. Konvoysigllingin endar aftur úti á Nesi, við kanónina, har bátar og skip samlast.

Framførslur hjá Hallur Joensen og somuleiðis onkur søgur, um kanónina á Nesi og um tíðina undir seinna veraldarbardaga, vera møguliga send beinleiðis á facebook síðuni hjá Bátafelaganum. Á kanal 8 á VHFinum, koma bátar og skip at samskifta viðvíkjandi siglingini.

Bretska hersetingin í Føroyum, ið kallaðist Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Fleiri túsund bretskir hermenn vóru í Føroyum hesi árini. Tá talið var hægst, vóru teir umleið 8.000.

Sæð í mun til fólkatalið, sum tá var umleið 30.000, sigur tað seg sjálvt, at broytingin fyri føroyska samfelagið var ógvuliga stór hesi árini. Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945, og í øllum heiminum á heysti 1945.

Konvoysiglingin er í morgin leygardagin 16. mai frá klokkan 12.30

[object Object]SS Dragin

 

Skráin

Kl.12.00 Bátarnir møtast útfyri “Kanónina” á Nesi

Kl.12.30 SS Dragin førir konvojsiglingina inneftir eystaraarmi á Skálafjørðinum

Kl.12.30 Hallur Joensen byrjar at spæla umborð á SS Draganum

Kl.12.45 Sigla framvið Saltangará

Kl.13.30 Sigla framvið Søldarfjarðabygd

Kl.14.00 Skálafirði verður ein stuttur steðgur og bátarnir samlast

Kl.14.30 Sigla framvið Skála bygd

Kl.14.45 Sigla framvið Innan Glyvur

Kl.15.00 Sigla framvið Strandabygd

Kl.15.15 Sigla framvið Toftabygd

Kl.15.30 Enda siglingina útfyri kanónina á Nesi, har bátarnir fara hvør til sítt

Tíðirnar eru sjálvandi vegleiðandi og tað kunna koma broytingar í siglingarskránna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder