Innanlands

Korona ávirkar hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 579.000 krónur lægri enn fyrra hálvár 2019

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-25 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er í stóran mun ávirkað av koronafarssóttini

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2020 er 459.000 krónur, sum er 579.000 krónur lægri enn fyrra hálvár 2019, upplýsir Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi

Innlánini eru hækkaði við 6,9% - úr 728 mió. krónum í 778 mió. krónur, og útlánini eru lækkaði við 3,6% - úr 588 mió. fyrra hálvár 2019 niður í 567 mió. krónur fyrra hálvár 2020. Hetta stendst í høvuðsheitum av, at fleiri og fleiri velja ella leggja um til realkreditlán.

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 17,7% og solvenstørvurin er 10,6%.

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldføri, 208%, samanborið við 125% sama tíðarskeið í fjør, og LCR er 539%.

Úrslitið er nógv ávirkað av COVID-19, og tí hevur verið neyðugt at sett eyka av í niðurskrivingum, umframt at kurstapið er 65.000 krónur ímóti einum kursvinningi á 178.000 krónur fyri fyrra hálvár 2019.

Suðuroyar Sparikassi metir hálvársúrslitið sum ikki nøktandi, men trupult er at verja seg fyri eini herviligari koronafarsótt, ið er beinleiðis orsøk til laka hálvársúrslitið, sigur Sparikassin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder