Innanlands

Korona: Deyðstalið farið upp um milliónina

Talið á skrásettum smittutilburðum í øllum heiminum er nú 33,3 milliónir

Tey seta fløgg niður til minnis um tey deyðu í National Mall í Washington (Mynd: EPA)

Tey seta fløgg niður til minnis um tey deyðu í National Mall í Washington (Mynd: EPA)

2020-09-29 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í nátt rundaði teljarin, ið skrásettur talið av deyðum við koronasmittu, milliónina. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá amerikanska John Hopkins universitetinum.

Helmingurin av hesum deyðu eru staðfest í USA, India og Brasil.

Við oman fyri 205.000 deyðum, er USA tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest offur fyri koronavirusinum. Í USA búgva 330 milliónir fólk. Síðan kemur Brasil við 142.00 deyðum millum teirra 211 milliónir íbúgvar.

Talið á smittaðum í øllum heiminum er nú komið á 33,3 milliónir.

Veruliga talið av bæði smittaðum og deyðum, er helst nakað hægri, av ti at ikki øll lond hava møguleika til at kanna og skráseta tey, ið hava latið lív, skrivar dr.dk.

Heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at talið av deyðum, sum kunnu setast í samband við korona, kann økjast til tvær milliónir, um ikki nakað munagott verður gjørt fyri at støðga smittuni.

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder