Innanlands

Korona eisini staðfest á Glasi

Umframt tríggir fólkaskúlar í høvuðsstaðarøkinum, er Glasir nú eisini rakt av koronu – Ein næmingur á skúlanum hevur fingið staðfest smittuna, og smittukeldan er ókend

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-06 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð boðað frá, at tríggir fólkaskúlar í Tórshavnar kommunu – Skúlin við Løgmannabreyt, Hoyvíkar Skúli, og Skúlin á Fløtum – vórðu raktir av koronu, og í dag boðar Glasir frá, at ein tilburður eisini er staðfestur har.

Orsakað av hesum heiti leiðslan á Glasi nú á starvsfólk, næmingar og lærlingar, foreldur teirra og avvarandi annars um at vera serliga varin komandi vikuna.

– Vit heita á øll á Glasi um at halda frástøðu, at spritta væl og hava høgt reinføri – bæði hvør sær, í floksstovunum og á Glasi sum heild. Fylgi boðum um smittufyribyrgingandi átøk og leiðregur, sum eru at síggja á kunningarskíggjum, í uppsløgum og í teldupostum. Um starvsfólk, næmingur ella lærlingur fær sjúkueyðkenni, skal hon ella hann halda seg heima og lata seg kanna fyri Corona.

Arbeiðið við at kunna tey, sum hava verið í sambandi við smittaða næmingin á Glasi, verður gjørt. Smittukeldan er ókend, og tí mugu øll vera varin og halda leiðreglurnar. Øll tey, sum mann veit hava verið í sambandi við smittaða, hava fingið ella fáa boð um at verða heima og at lata seg kanna. Hetta er tó bert galdandi fyri tey, sum ikki eru liðugt koppsett. Tey, sum hava fingið seinna prikið, kunnu møta sum vant, stendur á heimasíðuni hjá skúlanum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder