Uttanlands

Korona: Norðurlondini hava fleiri enn 27.000 tilburðir tilsamans

Í løtuni eru 27.463 tilburðir staðfestir í Norðurlondum, og 1.334 eru deyð

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-04-12 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á skrásettum koronatilburðum í øllum heiminum er beint undir 1,8 mió., og 109.786 fólk eru deyð.

Í Norðurlondum eru 27.463 tilburðir skrásettir, og talið á andlátum er 1.334.

Sambært uppgerð hjá worldometers.info, sær býtið í skrivandi stund soleiðis út:

Danmark: 5.996 tilburðir, 260 deyð, 1.955 frísk

Svøríki: 10.151 tilburðir, 887 deyð, 381 frísk

Noreg: 6.459 tilburðir, 123 deyð, 32 frísk

Ísland: 1.689 tilburðir, 8 deyð, 841 frísk

Finnland: 2.974 tilburðir, 56 deyð, 300 frísk

Grønland: 11 tilburðir, 11 frísk

Føroyar: 184 tilburðir, 157 frísk

Føroyar og Grønland eru einastu Norðurlondini, sum ikki hava skrásett nakað andlát í sambandi við korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder