Uttanlands

Korona rakar fátæku londini harðast

Hóast talið av smittaðum er lutfalsliga lágt í Afrika, eru avleiðingarnar lemjandi

Tey standa í bíðirøð eftir matvørum í Simbabvi. Krøvini til fjarstøðu verða ikki hildin (Mynd: EPA)

Tey standa í bíðirøð eftir matvørum í Simbabvi. Krøvini til fjarstøðu verða ikki hildin (Mynd: EPA)

2020-04-13 11:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koronavirus ger ikki mun á ríkum og fátækum, svørtum ella hvítum. Men sporini eftir smittuni seta kortini størri spor av oyðileggingum í heimsins fátæku londum, skrivar DR.

Í Arika eru í løtuni ’bert’ knapt 15.000 fólk alment smittað við korona, men búskaparligu avleiðingarnar av umfarssjúkuni eru kortini ovurstórar. Fleiri lond á afrikanska meginlandinum hava latið aftur, og avleiðingarnar eru stórar.

Sambært eini kanning hjá Goldman Sachs fara afrikanskar stjórnir at fáa eitt samlað statsundirskot á meira enn 500 milliardir krónur í ár. Hartil skal eggjast stóra talið av fólkum, sum missa arbeiðið og øll tey, sum longu nú eru bundin av neyðhjálp frá ST bara fyri at yvirliva.

Búskaparligu avleiðingarnar eru tí ovurstórar.

Ikki nógv at standa ímóti við
Í Simbabvi er almenna smittutalið 14. Men bara óttin hevur fingið stjórnina at seta í gildi útigongubann, mørkini eru stongd, og bert tað mest neyðuga virkar.

Eftir vanrøktina hjá Robert Mugabe í fleiri áratíggjur, og síðan hjá Mnangagwa forseta, hevur fólkið ikki nógv at standa ímóti við. Hartil koma turkur, stormar og so er helmingurin av íbúgvunum í landinum bundin av matvøruhjálp frá ST.

- Seinastu 12 mánaðirnar er talið av fólkum uttan atgongd til nóg mikið av mati vaksið munandi, staðfestir ovastin fyri mathjálpini hjá ST, David Beasley, fyri DR.

Inflasjónin í Simbabvi er 500 prosent, og sjálvt tann lítli parturin av fólkinum, sum hevur fast arbeiði, hevur trupult við at klára seg.

Hóast landamørkini eru stongd, so er tað higartil eydnast ST at fáa matvørur til Simbabvi úr Suðurafrika, men David Beasley ávarar um, at tað hevur ovurstóran týdning, at matvørur ikki verða raktar av stongslinum av landamørkunum.

Vænta fleiri smittað
Hóast talið av smittaðum í Afrika, sambært almennu tølunum, ikki er serliga høgt, so er tað vaksandi, og fleiri óttast fyri, at ein nógv størri farsótt er væntandi.

Flest smittað eru í Suðurafrika, har talið er 2.000. Landið hevur verið afturlatið allan apríl mánað. Frammanundan stríddist landið við einum arbeiðsloysi á 40 prosent.

Hvussu nógv fleiri arbeiðsleys, umfatandi steingingin hevur við sær, er ómøguligt at meta um, men felagsskapurin Oxfam hevur fingið serfrøðingar til at rokna út, hvussu nógv fleir fátæk fólk verða í heiminum, um búskaparvøksturin framhaldandi fer at liggja millum minus 5 og 10, kanska upp í minus 20 prosent.

Markið fyri ógvusligt fátækradømi hevur ST sett til eina inntøku á 1,90 dollarar um dagin. Í dag merkir hetta, at tað eru 737 milliónir í heiminum, sum liva í ógvusligum fátækradømi.

Verður vøksturin minus 5 prosent, kunnu 87 milliónir fólk leggjast aftur at hesum tali. Verður vøksturin minus 20 prosent, verða tað 1.170 milliónir fólk í heiminum, sum liva í ógvusligum fátækrdømi, tey allarflestu í Afrika og Landsynningsasia. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder