Uttanlands

Korona verið í Svøríki síðan november

Svenski statssmittuserfrøðingurin roknar við, at smittan kom til Svøríkis langt áðrenn fyrsti sjúkutilburðurin varð staðfestur. Onki løgið er í tí, heldur Anders Tegnell

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

Anders Tegnell (Mynd: EPA)

2020-05-05 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koronavirusið kann hava verið í Svøríki langt áðrenn fyrsti tilburðurin av smittuni varð staðfestur. Tað sigur svenski statsepidemiologurin, Anders Tegnell, sum metir, at smittan hevur verið í landinum so tíðliga sum í november.

- Og tað er als onki løgið í tí, sigur hann við TT tíðindastovuna.

Fyrsti koronatilburðurin í Svøríki var síðst í januar. Tað var ein kvinna í tjúgunum, sum júst var komin av ferð í Wuhan-økinum í Kina.

Men tað er als ikki vist, at hon var tann fyrsti við smittuni í Svøríki.

- Eg rokni við, at virusið kann staðfestast hjá fólki, sum hava verið í Wuhan, longu í november ella desember í fjør, sigur Anders Tegnell við TT. Við SVT sigur hann, at hesi tíðindi ikki broyta nakað í dag, og at hetta ikki hevur havt ávirkan á smittuspjaðingina.

Heldur ikki verður mett neyðugt at gera nakað serligt fyri at finna tey fyrstu, sum komu við koronasmittuni.

- Tað er ikki neyðugt at tyngja sjúkrarøktina við fleiri uppgávum. Tey hava annað at taka sær av, sigur Tegnell.

Heldur kanna hvussu tað byrjaði
Hinvegin heldur svenski statssmittuserfrøðingurin, at tað kann hava týdning at finna út av, hvussu virussið slapp at spaða seg í Kina, hvussu tað uppførdi seg í byrjanini, og hvussu smittan spjaddist frá dýrum til fólk.

- Tað er ikki ofta, at vit hava kunnað spora spjaðing av nýggjum virusum frá djórum til menniskju. Vit vita alt ov lítið um, hvussu tað letur seg gera, sigur Tegnell, sum heldur tað vera av alstórum týdningi at finna út av, hvussu fólk kunnu verja seg móti slíkum í framtíðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder