Innanlands

Korona: Yvir níggju prosent av fólkinum kannað

4.934 kanningar eru nú gjørdar í Føroyum, og um fólk bert vórðu kannað eina ferð, hevði hetta svarað til 9,45 prosent av fólkinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-06 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 4.934 kanningar gjørdar í Føroyum í sambandi við koronasmittu. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Heilsumálaráðnum.

Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Hagstovuni, sum eru frá fyrst í februar, búgva 52.199 fólk í Føroyum. Fleiri fólk eru vorðin kannað fyri koronasmittuna meira enn eina ferð, men um talan hevði verið um kanning av 4.934 fólkum, hevði tað svarað til 9,45 prosent av fólkinum í Føroyum.

Fyri tveimum vikum síðani kundu hagtøl fra heimasíðuni Our World in Data eisini vísa á, at Føroyar tá kannaðu flest fólk pr. millión íbúgvar enn skandinavisku londini og onnur lond sum Stórabretland, USA, Italia og Spania, sum eru hart rakt av koronasmittuni.

Føroyar hevur síðan tá kannað meira enn tvífalt so nógv fólk sum tá, men um Føroyar enn er ovast á listanum ber ikki til at siga, av tí at einki greitt yvirlit yvir kanningar í fleiri av hesum londunum er tøkt í løtuni, sambært Our World in Data.

Sambært hagtølum hjá Heilsumálaráðnum, vóru flestar kanningar um dagin gjørdar um miðjan mars, og síðan 2. apríl hevur talið á dagligum kanningum verið munandi lægri. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við Portalin í gjár, at hann sær hetta sum eina jaliga gongd. 

Orsøkin til, at fáar kanningar hava verið gjørdar seinastu dagarnar kann nevniliga vera, at færri fólk kenna seg sjúk, ella at færri fólk koma í samband við fólk, sum eru smittað við COVID-19.

Hóast nærum 5.000 kanningar nú hava verið gjørdar í Føroyum, hevur føroyska heilsuverkið enn nóg mikið av kanningar- og verndarútgerð, segði landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder