Innanlands

Koronakø eftir Marknagilsvegnum

Stóra bíðirøðin av fólki sum vilja lata seg kanna í høvuðsstaðnum, er uppaftur longri í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-07 09:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað standa heilt nógvir bilar í kø í høvuðsstaðnum fyrrapartin. Teir aftastu í bíðirøðini standa á Marknagilsvegnum við Glasir, og hava nakrar tímar fyri framman í kø.

Síðani tveir nýggir tilburðir vóru staðfestir í Føroyum týsdagin, hevur lang bíðirøð verið uttanfyri Landssjúkrahúsið at lata seg kanna fyri korona.

Í morgun vóru bilar longu í kø um hálvgun átta tíðina, og halin er blivin kilometrar longri síðani tá.

Fjúrtan tilburðir vóru staðfestir mikudagin, og nýggjastu tølini siga, at 25 nýggir tilburðir vóru skrásettir tá. Enn eru allar kanningarnar ikki greinaðar, og tí kann talið blíva hægri, tá endaliga úrslitið verður kunngjørt.

Kannað verður soleiðis:

Landssjúkrahúsinum gerandisdagar millum 9 og 12
Klaksvíkar sjúkrahúsi gerandisdagar millum 10 og 11 og á
Suðuroyar sjúkrahúsi gerandisdagar millum 12 og 13. 

Hildið verður á at kanna fólk, so leingi bíðirøðir eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder