Innanlands

Koronasmitta á stóru konsertini á Hálsi í gjárkvøldið

Ein persónur sum var konsertina við James Blunt í Høllini á Hálsi, hevur fingið staðfest koronu. Øll sum fáa sjúkueyðkenni vera biðin um at lata seg kanna alt fyri eitt, sigur landslæknin

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-19 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein persónur, sum var til konsert hjá James Blunt í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið, hevur fingið staðfest koronu. Tann smittaði var á konsertini millum kl. 21.30 og 03.30, siga myndugleikarnir í fráboðan.

Aðrir konsertluttakarar, sum hava brúkt nógva tíð millum pallin og føstu plássini við borðum, eru í serligum smittuvanda. Landslæknin mælir til, at øll, sum fáa sjúkueyðkenni, lata seg kanna alt fyri eitt. Harafturat verður mælt til, at øll, sum ikki eru liðugt koppsett, lata seg kanna bæði mikudagin 22. og fríggjadagin 24. september.

[object Object]"You're Beautiful", "Goodbye my Lover" og onnur kend løg vóru spæld á stóru konsertini á Hálsi í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Samstundis verður heitt á øll, sum ikki eru liðugt koppsett, at halda seg burtur frá støðum, har nógv fólk eru savnaði saman, til tey hava fingið svar uppá koronukanningarnar.

Fleiri enn 2000 fólk vóru til konsertina í gjárkvøldið.

Í gjár vóru átta tilburðir staðfestir. Í øllum átta førunum er smittukeldan kend, og tey eru smittað í Føroyum. Í løtuni eru 35 fólk positiv við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder