Uttanlands

Koronasmittan var longu komin til Fraklands í fjør

Eftir at hava kannað gamlar royndir av sjúklingum við lungnabruna, vísir tað seg at ein maður longu hevði smittuna í desember

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-05-04 18:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í einum sjúkrahúsi í Fraklandi hevur mann kannað gamlar royndir frá sjúklingum, sum høvdu fingið staðfest lungnabruna, og tað vísti seg, at ein maður, sum hevði verið í viðgerð 27. desember, hevði COVID-19.

Fyrsti tilburðurin av COVID-19 varð annars staðfestur 24. januar, men sambært nýggjastu kanningunum hevði smittan tá verið í landinum í í minsta lagi ein mánað.

Sambært Reuters, vórðu royndir frá 24 sjúklingum, sum vórðu tiknar í desember og januar, kannaðar umaftur. Upprunaliga vórðu hesi fólkini kannað fyri influensu. Av teimum 24 hevði bert ein COVID-19, og allar royndirnar vórðu kannaðar fleiri ferðir fyri at tryggja, at talan ikki var um eitt mistak.

24. januar vórðu tríggir tilburðir av COVID-19 staðfestir, tveir í París og ein í Bordeaux.

Enn ber ikki til at siga, um maðurin, sum nú vísir seg at hava havt COVID-19 í endanum av desember var fyrsti koronasjúklingurin í landinum. Men starvsfólkini á sjúkrahúsinum funnu fram til mannin, og hann er enn á lívi.

Maðurin var sjúkur í 15 dagar, og hann smittaði bæði børn síni, men kona hansara, sum arbeiðir í matvøruhandli varð ongantíð sjúk. Maðurin skilti ikki, hvussu hann kundi vera blivin smittaður, tí hann hevði ikki verið uttanlands, og hevði hann ikki havt samband við nakran annan enn familjuna. Tó arbeiddi kona hansara nærindis einari sølubás við starvsfólkum av kinesiskum uppruna. Um hesi nýliga høvdu verið og ferðast í Kina er ógreitt.

Frakland er ein av teimum londunum, sum hava skrásett flest tilburðir. Landið liggur á einum 5. plássi aftanfyri USA, Spania, Italia, og Stórabretland.

Í skrivandi stund hava 168.693 fólk fingið staðfest COVID-19 í Fraklandi, og 24.895 eru deyð, vísir uppgerð hjá worldometers.info.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder