Innanlands

Koronatíðindafundur verður fyrrapartin í morgin

Kunnað verður um høvuðstættirnar í hjálparpakka 3, og um hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum

Bárður á Steig Nielsen fer at kunna Føroya fólk í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen fer at kunna Føroya fólk í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-28 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgmansskrivstovan hevur júst boðað frá, at klokkan 11.00 í morgin verður tíðindafundur í Kringvarpinum.

Nógv hava við spenningi bíðað eftir, hvat innihaldið í hjálparpakka 3 verður, og hvussu føroyska samfelagið fer at lata meira upp - millum annað innan ferðavinnuna

Sambært Løgmansskrivstovuni verður júst hetta innihaldið á tíðindafundinum: Kunnað verður um høvuðstættirnar í hjálparpakka 3, og hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum.

Les eisini: Hjálpin til ferðavinnuna kemur upp á pláss í hesari vikuni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder