Koronukanningar: Mánadagurin kostaði landskassanum upp ímóti einari millión

5208 kanningar vórðu gjørdar - tær allarflestu av Sjúkrahúsverkinum - og hvør kanning kostar Sjúkrahúsverkinum 200 krónur. 0,16 prosent av teimum, sum í løtuni eru skrásett smittað við koronu, eru innløgd vegna tað

Tað hevur helst kostað Sjúkrahúsverkinum eitt ttvísiffrað milliónatal at kanna fyri koronu higartil í ár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tað hevur helst kostað Sjúkrahúsverkinum eitt ttvísiffrað milliónatal at kanna fyri koronu higartil í ár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-01-19 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur aftur og aftur verið borið fram, at Sjúkrahúsverkið ikki má hokna undir trýsti, ið møguliga kemur orsakað av nógvum koronusjúklingum. 

Í løtuni eru beint yvir 3.003 fólk skrásett smittað við koronu, men 99,83 prosent av teimum eru í sóttarhaldi og hava ikki læknahjálp fyri neyðuni.

Sjúkrahúsverkið rindar, bókstaviliga, prísin fyri ógvusliga nógvu kanningarnar.

Sjúkrahúsverkið upplýsti fyri viku síðani fyri Portalinum, at hvør koronukanning kostar teimum umleið 200 krónur, og fyri vikuna upp til tað (5. januar - 11. januar) var umleið hálv millión um dagin nýtt til at kanna fólk fyri koronu.

Talið av kannaðum fyri hvønn dag hevur higartil í ár fyri tað mesta ligið millum 3.000 og 4.000, men mánadagin vóru heili 5.208 fólk kannað fyri koronu, sambært korona.fo. 

Les eisini: 
729 tilburðir í gjár
Smittutalið ikki so nógv at týða - hyggja heldur eftir avleiðingunum í samfelagnum

Nakrar av hesum kanningunum, tað verður ikki upplýst júst hvussu nógvar, hevur Thetis gjørt - á privatu kanningarstøðunum ella á flogvøllinum. Í slíkum førum rinda fólk sjálvi 395 krónur. Siga vit, at Sjúkrahúsverkið framdi 4500 av kanningunum mánadadagin, kostaði tað Sjúkrahúsverkinum - og harvið landskassanum - 900.000 krónur bara fyri ein dag.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nógv tað hevur kostað Sjúkrahúsverkinum at áhaldandi kanna so nógv fólk fyri eitt virus, sum í hesum forminum ikki hevur gjørt, at fólk gerast serliga sjúk ella hevur lagt nakað nevnivert trýst á Sjúkrahúsverki, men talið fyri hetta árið er í hvussu er nakrar milliónir longu - helst eitt tvísiffrað tal.

Givið er, at hetta ikki kann halda fram leingi afturat, og við in.fo í dag sigur løgmaður, at nú er tað skjótt komið hartil, at kanningarmegin ikki heldur til tað, og Bárður á Steig Nielsen heitir á fólk, um ikki at kanna seg, uttan tey kenna seg sjúk ella hava verið í nærkontakt - annars er snarkanning ein góður møguleiki. 

Les eisini: Linkaðu tilmælini um sóttarhald nú i gildi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder